Havsvimjing

Á Eystanstevnu, leygardagin 18. juni klokkan 10.00, skipa vit fyri havsvimjing tvørtur um Skálafjørð. Svomið verður frá Hulki á Strondumog inn í Kappróðrarneysti á Bakka á Glyvrum. Teinurin er einar 1,5 km langur. Lítið er av streymi…….

Hetta er fjórðu ferð, at Flot skipar fyri svimjikapping tvørtur um Skálafjørðin, fyrstu ferð var í 2000.
Meðan svomið verður, eru skjóttgangandi bátar frá bjargingarfelagnum at ansa svimjarunum og tryggja, at teir koma trygt vegin fram.
Til ber at skifta í róðrarneystinum inni á Glyvrum frá kl. 9.00, og kl. 9.45 verða allir svimjararnir sigldir yvir á Strendur.
Luttakaragjald: 100 kr.
Aldursmark: 13 ár. (Duga væl at svimja)
Krav: Vátdrakt, hettu, hanskar og skógvar.
Tilmelding hjá forkvinnuni í Flot
Heidi Jacobsen, tlf. 228537 ella á
heibu@olivant.fo viðmerkjast navn, tlf nr. Eisini navn og tlf nr á einum avvarðandi
í seinasta lagi 14. juni.